Viðskiftatreytir

TREYTIR

GG! Endalig avtala millum teg (sum kunda) og Barnabata er gjørd, tá ið tín bílegging er móttikin og váttað av Barnabata.

1. Alment
Við bílegging av vørum umvegis nethandilin hjá Barnabata váttar tú, at tú ikki keypir við tí fyri eygað at selja vørurnar víðari.

2. Bílegging
Bílegging umvegis okkara heimasíðu, er ikki ein løgfrøðiliga bindandi avtala. 
Barnabati hevur tí møguleika fyri at strika tína bílegging vegna prentvillu, tøkniligar trupulleikar, veitingartrupulleikar og líknandi støður.
Bindandi bíleggingarváttan/fakturi verður sendur tær, tá vit hava sent vørurnar, ið tú hevur bílagt

Tá tú hevur sent eina bílegging umvegis okkara heimasíðu, vil okkara skipan sjálvvirkandi senda tær ein teldupost, har tú kanst síggja, hvørjar vørur, tú hevur bílagt.
Her er einans talan um eina elektroniska kvittan fyri móttøku av tíni bílegging.

Tú eigur at vera varur við, at sjálvvirkandi svarið (umvegis t-post) ikki er ein løgfrøðiliga bindandi ordraváttan, ið sigur at ein avtala er gjørd. Allar avtalur verða gjørdar á føroyskum.

Við bílegging av vørum umvegis nethandilin hjá Barnabata váttar tú, at tú hvørki keypir vørur sum vinnurekandi ella við tí fyri eygað at selja vørurnar víðari.

3. Striking av bílegging
Hevur tú ikki móttikið eina bindandi bíleggingarváttan/faktura frá Barnabata, og er tín bílegging ikki avgreidd enn hjá Barnabata, kanst tú strika hana við at seta teg í samband við okkum. Eru vørurnar pakkaðar/sendar av Barnabata, hevur tú framvegis møguleika fyri at iðra keypið. Sí punkt 9.

4. Persónspolitikkur
Fyri at tú kanst gera eina avtalu við okkum, hava vit brúk fyri hesum upplýsingum: Navni, adressu, telefonnummari og t-post adressu.

Vit skráseta tínar persónsupplýsingar við tí fyri eygað, at kunna levera vøruna til tín. Ert tú skrásettur hjá Barnabata, kanst tú altíð mótmæla tíni skráseting. Tú hevur eisini rætt til at fáa at vita, hvørjar upplýsingar um teg eru skrásettar. Hendan rætt hevur tú smb. Persónsdatalógini og áheitanir viðv. hesum skulu sendast til barnabati@barnabati.fo Persónsupplýsingar verða skrásettar hjá Barnabata og verða varðveittar í fimm ár, og verða síðan strikaðar.

Tínar upplýsingar verða ikki givnar víðari ella seldar til ein triðja persón, tó verður tín t-post adressa og títt fartelefonnummar givið víðari til Posta í sambandi við avskiping av postpakkum (soleiðis at tú kanst móttaka leveringsupplýsingar).

5. Prísir
Um annað ikki er upplýst, eru prísirnir í donskum krónum við 25% mvg. (undantikið stuðul) Prísirnir eru bert galdandi fyri vørur latnar í Føroyum.

6. Gjalding
Bíløgdu vørurnar kunnu gjaldast online við Dankorti, Visakorti ella Mastercard. Kortupplýsingarnar verða sendar bronglaðar millum kunda og Barnabata Persónsupplýsingar (navn, adressa o.s.fr.) verða tó ikki bronglaðar. Upphæddin verður ikki tikin av kortinum fyrr enn vøran verður send.

7. Sending og veiting
Barnabati strembar eftir at senda tær vørurnar, tú hevur bílagt, innan 24 arbeiðstímar (vørur sendar við pakkaposti) eftir at vit hava móttikið tína bílegging, um ikki annað er avtala í keypstilgongdini.

Fraktkostnaðurin er m.a. treytaður av nøgd av vørum, vektini á vørunum, hvar vørurnar skulu leverast o.s.fr. Tú kanst altíð síggja samlaða veitingarkostnaðin, tá ið tú bíleggur vørur á barnabati.fo. Legg til merkis; ert tú ikki heima um tað mundið, tá vøran eftir avtalu skal leverast, verður nýggjur fraktkostnaður kravdur fyri at fáa vøruna leveraða seinni.

Hevur tú bílagt fleiri vørur, kann tín bílegging møguliga verða deild upp í fleiri leveringar. Hetta kemst av, at onkur vøra møguliga ikki er á goymslu og tí verður send seinni.

Um ikki annað er avtalað, so hevur tú rætt til at strika keypið, um tú ikki hevur móttikið bíløgdu vøruna seinast 14 dagar eftir, at tú hevur sent tína bílegging.

Barnabati leverar kring allar Føroyar. 

8. Iðranarrættur
Tú kanst uttan grundgeving iðra teg um avtaluna innanfyri 14 dagar.

Iðranarfreistin gongur út 14 dagar eftir tann dag, tú hevur móttikið tínar vørur.

Tú skalt innan 14 dagar frá móttøku geva okkum boð um, at tú ynskir at iðra keypið. Boðini kunnu sendast til barnabati@barnabati.fo (telefon +298 522011). Í tínum boðum skalt tú greidliga gera okkum varugar við, at tú ynskir at nýta tín iðranarrætt.

Standurin á vøruni, tá ið tú sendur hana aftur
Tú ábyrgjast bert fyri møguligum falli í virðinum á vøruni, ið skyldast aðrari handfaring enn hana, ið er neyðug fyri at staðfesta vøruslagið, eginleikar og tann hátt, vøran virkar. Tú kanst við øðrum orðum royna vøruna á sama hátt, sum tú vildi gjørt í einum vanligum handli, men tú mást tó ikki taka hana í brúk.

Um vøran er roynd meira enn lýst omanfyri, er vøran at rokna sum brúkt. Hetta merkir at tú, um tú iðrar keypið, bert kann fáa ein part av keypsupphæddini aftur ella einki, alt eftir handilsliga virðinum á vøruni.

Afturgjalding av keypsupphæddini
Um tú iðrar keypið, endurrinda vit allar gjaldingar, vit hava fingið frá tær, eisini veitingarkostnaðir (tó ikki eyka kostnaðir, ið standast av at tú hevur valt ein annan veitingarform enn tann bíligasta formin fyri standardveiting, sum vit bjóða). Afturgjaldingin verður gjørd skjótast gjørligt og í seinasta lagi 14 dagar frá tí degi, vit hava móttikið tíni boð um, at tú ynskir at iðra gjørdu avtalu. Afturgjalingin verður gjørd uttan at áleggja ómaksgjald og við somu gjaldsmiðlum, ið tú nýtti við keypinum, uttan so at tú týðiliga ynskir nakað annað. Vit kunnu afturhalda afturgjaldingina til vit hava móttikið vørurnar, ella tú hevur skjalprógvað at vørurnar eru sendar aftur, alt eftir hvat er skjótast.

Afturbering
Hevur tú longu móttikið vørurnar, skalt tú bera tær aftur til Barnabata uttan óneyðugar seinkingar og í seinasta lagi 14 dagar frá tí degi, tú hevur boða okkum frá, at tú ynskir at nýta tín iðranarrætt. Freistin er hildin, um tú ber aftur vørurnar áðrenn teir 14 dagarnir eru farnir. Tað er týdningarmikið at porto verður løgd á sendingina, sum tú sjálv/-ur skalt gjalda. Tú hevur ábyrgdina av vørunum til tær eru latnar inn aftur.

Summar vørur kunnu ikki berast aftur við vanligum posti. Hetta er t.d. galdandi fyri stór sjónvarp, hvítvørur, gasspatrónir og aðrar vørur, ið eru ov stórar/tungar til vanligan post ella eru av slíkum slagi at tær ikki verða góðtiknar sum vanligar postvørur.

Útreiðslurnar fyri afturbering av hesum vørum verða mettar til kr. 499,-. Set teg í samband við okkum á tel. +298 522011, um tú ynskir, at vit skulu avheinta vørurnar upp á tína rokning.

Tú kanst iðra títt keyp/bera eina vøru aftur við at:

  • Lata vera við at móttaka vøruna/ikki loysa út sendingina

  • Bera vøruna aftur til handil okkara

Tú skalt sjálvur rinda útreiðslurnar í sambandi við afturberingina av vøruni.

9. Klagurættur

Reglurnar fyri manglar í keypilógini kunnu brúkast. Hevur tú sum brúkari keypt vørur, hevur tú sambært reglunum í keypilógini 24 mánaðar klagurætt upp á allar vørur. Hetta merkir at tú antin kanst fáa vøruna umvælda, býtta um, fáa peningin aftur ella fáa avsláttur av prísinum, alt eftir tí ávísu støðuni. Tað er krav at klagan er heimila, og at mangulin ikki er íkomin orsaka av skeivum brúki av vøruni ella av aðrari skaðavaldandi framferð.

Fyri vørur við avmarkaðari livitíð er tín klagurættur avmarkaður til vanligu livitíðina fyri ta ávísu vøruna.

Finnur tú ein feil ella ein mangul við vøruni, tú hevur keypt, skalt tú skjótast møguligt seta teg í samband við Barnabata og greiða frá feilinum ella manglinum. Um tú klagar innan 2 mánaðir eftir, at mangulin er funnin, vil klagan altíð vera rættstundis.

Barnabati borgar ikki fyri garantium, ið eru givin av triðjamanni.

Klagast kann við at seta seg í samband við okkum. Hevur vøran ein feil ella ein mangul, vil Barnabati syrgja fyri at umvæla feilin ella levera vøruna av nýggjum, um tað ikki førir við sær ov høgar útreiðslur fyri Barnabata.

Er klagan heimila, endurrinda vit tín (rímiliga) fraktkostnað. Vøran skal altíð sendast aftur í ráðiligum pakningi, og minst til at fáa eina kvittan fyri sendingina, so vit kunnu endurrinda tín fraktkostnað.

Ert tú ónøgd/-ur við handfaringina hjá Barnabata av klaguni ella annað, skalt tú fyrst seta teg í samband við Barnabati. Verður ein loysn ikki funnin, kanst tú klaga til Brúkaraumboðið her: www.bruk.fo ella umvegis bræv til Brúkaraumboðið, Skálatrøð 20, Postrúm 73, FO-110 Tórshavn, tlf. +298 35 80 00.

Ert tú vinnurekandi og - í stríð við punkt 1 - hevur brúkt nethandilin hjá Barnabata til keyp av vørum, verður bert veittur 30 daga klagurættur.

Finnur tú ein feil ella ein mangul við einari keyptari vøru, skalt tú sum vinnurekandi beinanvegin seta teg í samband við Barnabata, eftir at feilur ella mangul er staðfestur.

Tú hevur sum vinnurekandi harumframt skyldu til at kanna ta keyptu vøruna, sum vanligur handilssiður krevur.

 

12. Samband

Barnabati
Niels Finsensgøta 32 - 2.h
FO-100 Tórshavn
V-tal: 333522
Teldupostur: barnabati@barnabati.fo
Tel: +298 522011